1. deild spælir í kvøld ímóti B71 kl. 19.15

Kl. 19.15 verður spennandi dystur á Djúpumýrið ímillum KÍ – B71.
KÍ liggur framvegis nummar eitt í 1. deild, men tapti seinasta leygardag dystin ímóti Skála 1-0 á útivøllið og nú nærkast hini liðini KÍ, so tað er sera umráðandi at KÍ vinnur dystin í kvøld.
KÍ liggur enn nummar eitt við 45 stigum, ÍF nummar tvey við 42 stigum og B71 nummar seks við 24 stigum.
Her nakrar myndir, tá ið liðini møttust í apríl mánaðinum, tá vann KÍ 4-1 á B71.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: