⭐️🌺 SØLAN AV CAMPINGPLÁSSUM BYRJAR MIKUKVØLDIÐ ⭐️

Mikudagin 4. mars kl. 19:00 letur sølan av plássum til campingvognar á Summar Festivalinum upp. Campingpláss verða seld á 5 ymiskum økjum í Klaksvík, og samanlagt er talan um 218 pláss.✌️👏⭐️
Sølan er skipað soleiðis, at mikukvøldið kl. 19:00 letur online-skipanin upp, og tá verða campingpláss á øllum økjunum tøk at keypa. Øll sleppa inn í skipanina samstundis, og selt verður eftir »først til mølle« prinsippinum.😀💙✌️
Sølan av campingplássum til Summar Festivalin 2020 verður her: https://www.atgongumerki.fo/sf2020/
Summarfestivalurin
Lýsing Summar Festivalur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: