Politikkur Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Yvirlýsing: Verkfallsrætturin skal ikki rørast

Í viðmerkingunum til ólavsøkurøðu løgmans, verður boðað frá, at samgongan umhugsar at skerja verkfallsrættin hjá fakfeløgunum.

Á fundi í Fakfelagssamstarvinum í síðstu viku samtyktu tey seks feløgini, at koma við hesi yvirlýsing um verkfallsrættin:

Rætturin at samráðast frítt, og rætturin at fara í verkfall eru vunnin gjøgnum hart stríð og drúgvar samráðingar. Fakfeløgini í fakfelagssamstarvinum, kunnu tí á ongan hátt góðtaka nakra roynd at skerja hesi rættindi við lóg.

At ein sitandi løgmaður boðar frá, at samgongan arbeiðir við at avtaka fakfelagsarbeiðið við lóg, er undir alt lágmark. Ein tílík skerjing hevði effektivt beint fyri fría samráðingarrættindum, og tí verður einhvør roynd at leggja eitt tílíkt uppskot fram, mett sum brot á verandi avtalur, og fær hetta tí avleiðingar.
Tórshavn, tann 10. september 2018

Akademikarafelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag

Starvsmannafelagið

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *