Bráðtíðindi

Vøruvognur koyrt inní mannamúgvu í týska býnum Munster

Ein gráður vøruvognur hevur í dag koyrt inní eina mannamúgvu í týska býnum Munster. Tvey fólk hava latið lív, og 20 fólk hava fingið skaða – herav 6 fólk hava fingið álvarsligan skaða. Løgreglan hevur enn einki motiv.
Álopspersónurin gjørdi enda á sær sjálvum beint eftir hendingina.
Sjúkrahúsið í Munster heitur á øll sum hava møguleika, um at læta blóð.

Týskir miðlar skriva at talan er um ein 48 ára gamlan mann, sum hevur psykiskar trupuleikar og at maðurin hevur roynt at gjørt enda á sær fyri stuttari tíð síðani, og tí metur løgreglan ikki at illgruni er um terrorálop.

Íbúgvar í teimun nærmastu húsunum eru flutt burtur, tí løgreglan hevur funni onkran undrunnarsaman lut í vøruvogninum, sum er brúktur í álopinum

Hettar verður mett til at verða eitt álop, og er hettar akkurat eitt ár eftir álopið í Stockholm

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *