Lokal tíðindi Tíðindi

Vøggusangur í Christianskirkjuni

Fríggjamorgunin, 21. september kl. 10.00 byrjar Vøggusangurin aftur.

Vøggusangur er ætlaður pinkubørnum 0-1 ár, og mennir bæði taluevni hjá barninum, og samskiftið millum barn og foreldur. Endamálið við Vøggusanginum er sostatt á ein stillan og friðsaman hátt at stimulera sansirnar hjá barninum við sangi, litum og ljóðum.

Pinkubørnini liggja á litaðum teppum, vit heilsa hvørjum øðrum góðan morgun við sangi og klokkuspæli, syngja barnasangir og gera rørðslur til, m.a. har vit vagga í teppi, blása bløðrur osv, og vit spæla á klaver.

Vilt tú vita meir, kanst tú senda eina umbøn um at koma við í bólkin á Facebook “Vøggusangur í Christianskirkjuni 2018/2019” (Bólkurin er bert fyri pinkubarnaforeldur).

Aftaná Vøggusangin er ein góður drekkamuður/morgunmatur í kirkjukjallaranum.

FRÍGGJAMORGUNIN, 21. SEPTEMBER KL. 10.00 – HJARTALIGA VÆLKOMIN TIL VØGGUSANG Í CHRISTIANSKIRKJUNI.

  

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *