Politikkur Tíðindi Veðri

Vit skulu verja Føroya og føroyska umhvørvið fyrst og fremst.

Eftir eina grein á javnaðarportalinum In.Fo fríggjadagin, har undirrittaði var siteraður meira ella minni rætt í sambandi við kjak um føroyska íkastið við stríðið ímóti veðurlagsbroytingum, er rættiligt rok komið í.

Haldi ikki eg fari skeivur, tá eg sigi, at føroyskir politikkarar vóru við frá byrjan av á veðurlagsráðstevuni í Rio dé Janeiro í 1992, og síðani hevur tað gingið slag í slag. Ein ráðstevna fyri og onnur eftir. Kyoto, Buenos Aires, Marrakech, Johannesburg osfr.

Mær vitandi hava føroyskir politikkarar úr øllum flokkum, umframt embætisfólk luttikið á nógvum av hesum ráðstevnum. T.d. vóru bæði Annika Olsen og Kári P. Højgaard á vitjan í Rio í 2012. Eg veit ikki, hvat er komið burturúr, men eg veit, at um føroyskir politikkarar hava ynskt, at eitthvørt skuldi koma burturúr á veðurlagsøkinum, so er tað ikki Jacob Vestergaard, ið hevur staðið í vegin.

Tí kann eg illa taka tað í álvara, tá hvør Hanus og Janus nú sigur seg vera skelkaðan. Ja, sjálvt heimspekingurin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur funnið tíð at skriva mær nøkur orð um lortaspannir og gubbar, umframt eitt nýtt valevni hjá Javnaðarflokkinum, sum hevur latið seg í oljuklæðir.

Ikki tí, eg viðurkenni, at veðurlagsbroytingar eru veruligar, og nógv bendir á at tær eru mannaskapar.

Og eg viðurkenni eisini, at veðurlagsbroytingar kunnu ikki steðgast fullkomuliga, men um heimsins lond veruliga taka seg saman innan fá ár, og finna alternativar orkuloysnir, ið ikki forða londum í at mennast, so kunnu veðurlagsbroytingarnar avmarkast.

Men eg veit eisini, at tað føroyska útlátið av CO2 spælir ongan leiklut. Tað er bara ein dukkufretur í hesum sambandi, og tí vil eg halda fast við, at vit í Føroyum skulu ikki skræða okkum sundur, og leggja byrðar á vinnu og fólk, til tess at minka okkara frammanundan lítla og týdningarleysa útlát.

Hinvegin haldi eg, at okkara ábyrgd er at verja okkara land og okkara umhvørvi. M.a. ímóti veðurlagsbroytingum. Tí tær koma sum kunnugt óansæð, og mær vitandi eru ongar ætlanir fyri, hvussu vit skulu møta hesum avbjóðingum í framtíðini.

Hvat nú um tað verður kaldari, heitari, vátari ella turrari?

Hvat hendir við okkara infrastrukturi tá?

Gerast okkara havnaløg óbrúkilig, og skulu allar kloakkir leggjast av nýggjum?

Og ikki minst, hvat hendir við okkara náttúru tá?

Skolar okkara tunna moldlag á sjógv, og stendur vøkstur og djóralívi á sjógvi og landi fyri hóttafalli?

So mín áheintan skal vera, um vit vilja Føroyum og føroyska umhvørvinum væl, lat okkum brúka okkara avmarkaðu orku á umhvørvisøkinum, har hon ger mun.

Sitandi samgonga við Javnaðarflokkinun á odda hevur onki gjørt á umhvørvisøkinum yvirhøvur. Tey hava tosað um “grønar loysnir”, men onki er komið burturúr.

Veruleikin er, at vit ongantíð hava brúkt so nógva olju sum nú. Tí er væl skiljandi at omanfyri nevndu royna at flyta fokus, í royndini at krógva egi atgerarloysið

Jacob Vestergaard 10.02.2019

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *