Politikkur Tíðindi

Vit fáa ein Húsarhaldsskúla í Klaksvík, so vit skulu vera nøgd her norðuri

Einki um, at vit í Norðoyggjum hava mist 100tals milliónir í uppisøluni og menningarkvotum og at allar milliónirnar eru farnar í eitt stórt tómt hol í Tórshavn.

Einki um Tunlar Norður um Fjall.

Rigmor Dam Javnaðarkvinnan í Tórshavn ramsaði upp ígjár, hvussu nógv Havnin hevði fingið í hesari Fíggjarætlanini í hennara økið í Landsstýrinum, har Fróðskaparsetið fekk 10 milliónir meira, Listafólk fingu nógvar pengar til fleiri føst starv, Glasir, Hoydalar osv. osv. og tað var Havnin, Havnin og aftur Havnin og telja vit saman, so haldi eg at økið hjá Rigmor Dam hevur fingið 10tals milliónir meira um árið og so heldur Óluva Klettskarð, at vit skulu vera nøgd, at vit møguliga fáa ein nýggjan Húsarhaldsskúla, sum Klaksvíkar Kommuna og landi skulu byggja.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *