Ferðavinna Lokal tíðindi Tíðindir

Virkishugurin og viljin til Gamlagarð er stórur

Í samband við, at Gamligarður í dag varð handaður Visit Norðoy at umsita, høvdu umboðini fyri kunningarstovuna eisini sett bygdafólkinum í Svínoy stevnu fyri at byrja samskipanina av teimum tilboðum og tænastum, sum Gamligarður nú kann leggja lunnar undir í oynni.

Merkið veittraði frammanfyri Gamlagarð og setti sín dám á løtuna, tá bygningurin varð handaður Visit Norðoy at umsita. Elsa Poulsen, leiðari á Visit Norðoy greiðir frá, at Gamligarður skapar stórar møguleikar fyri øðrum virksemi í Svínoy, og tí hevur tað stóran týdning fyri kunningarstovuna at hava gott samband við øll tey í oynni, sum á ein ella annan hátt vilja vera við í virkseminum í og rundanum Gamlagarð.

– Tað, at Gamligarður nú gevur ferðafólkum møguleika fyri at gista í Svínoynni, skapar góðar fortreytir fyri øktum virksemi av øllum møguligum slag. Fyri tað fyrsta skapa gistingar nakað av arbeiði, eitt nú við vasking og fyrireikingum annars, og harafturat betrar Gamligarður um grundarlagið fyri at bjóða fram onnur tilboð, til dømis útferðir ella eitthvørt annað, sigur Elsa Poulsen.

Á vitjanini í Svínoy høvdu umboðini fyri Visit Norðoy eisini ein fund við fólk í Svínoy, sum á ein ella annan hátt eru áhugað í at gerast partur av virkseminum, og leiðarin letur væl at spírandi samstarvinum millum kunningarstovuna og bygdafólkið.

– Vit tosa sjálvandi við heimildarfólk í oynni, sum antin kunnu hava áhuga í at gera nakað av arbeiði í samband við gistingar á Gamlagarði og so eisini, um tey til dømis hava hug sjálvi at bjóða eitthvørt tilboð til ferðafólk, og vit hava lagt væl frá landi, tí hugburðurin er jaligur og øll virka glað og spent til, at húsið veruliga kann koma til sín rætt og skapa meira lív og virksemi í oynni, sigur Elsa Poulsen.

Komandi tíðina fer hetta samstarvið millum Visit Norðoy og svínoyingar at halda fram, og í fyrstu atløgu ræður um at samskipa, hvussu tilboðini og tænasturnar í Gamlagarði og Svínoynni yvirhøvur, skulu leggjast til rættis.

Gamligarður er innrættaður við átta kømrum, stórum felagsrúmi og køki. Upp til fýra sovipláss eru á hvørjum kamari, og hvørt kamar hevur eisini egið wc og bað. Sostatt fáa upp til 32 fólk gist í Gamlagarði í senn, og hetta ger bygningin sera væl hóskandi til eitt nú starvsfólka-, bólka- og felags familjutúrar.

Her fleiri myndir, klikk her “Virkishugurin og viljin til Gamlagarð er stórur”.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *