Politikkur Tíðindi

Verkstova um nýggju norðurlendsku visiónina

Samstarvsráðharri Kaj Leo H. Johannesen var fríggjadagin vertur fyri tiltaki, ið varpaði ljós á nýggju visiónina, sum norðurlendsku stjórnarleiðarirnir samtyktu í summar. Sí her.

Endamálið var at savna áhugabólkar, politikkarar, embætisfólk og sivilsamfelagið, ið hava áhugamál innanfyri norðurlendska samstarvið, og hoyra teirra viðmerkingar til visiónina. Slíkir kjakfundir fara fram í øllum teimum norðurlendsku høvuðsstøðunum í hesum døgum, samstundis sum tær ymsku faknevndirnar undir Norðurlendska Ráðharraráðnum eisini viðgera visiónina, og koma við ískoyti til, hvussu hon kann røkkast.

”Hetta var eitt gott høvi at hitta lyklapersónar í føroyska norðurlendska kervinum, og tað var gott at hoyra, at eisini vit í Føroyum hava nógv uppá hjarta, og hava ítøkulig mál, ið vit vilja vísa á í tí framhaldandi arbeiðinum”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Visiónin sigur í stuttum, at Norðurlond skulu verða mest burðardygga og samansjóðaða región í heiminum í 2030.

Heilsumálaráðið

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *