Ítrottur Tíðindi

Vár Eidesgaard vann sera spennandi kappingina í 50 metur frí

Vár Eidesgaard vann enn eitt gull á Gibraltar og vann hon sera spennandi kappingina í 50 metur frí við tíðini 26.11 og tað er bert 0.06 sekund frá Føroyska metinum hjá Gudrun, sum er sera gamalt eftir hondini, tað settið Gudrun Mortensen tann 11. desember í 2011 í Íslandi.

Nummar tvey gjørdist Laura Kinley frá Isle of Man við tíðini 26.40 og Olivia Marshall bleiv nummar trý, eisini frá Isle of Man við tíðini 26:41, bert 0.01 sekund frá tíðini sum gjørdist nummar tvey. Barbara Debes kom inn við tíðini 17.18 sekund.

SáH

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *