Ítrottur Tíðindi

Vár E. Eidesgaard Íslendskur meistari í 400 metur frí

Vár E. Eidesgaard, sum vann allar sínar kappingar á Føroyameistaraskapinum í stuttgeil heldur áfram, har hon gavst í Føroyum seinasta vikuskiftið og í gjár gjødist hon Íslendskur meistari í 400 metur frí, hon kom inn við tíðini 4:18.91, sum er 1.73 sekund frá hennara føroyska metið, sum hon settið á Gilbraltar tann 10. juli í summar.

Kappingin í gjár gjørdist sera spennandi, Vár legði seg á odda beinanvegin og fylgdist við Ragna Sigríður Ragnarsdóttir og Brynhildur Trastadóttir teir fyrstu 200 metrarar, síðani datt Brynhildur frá og tá ið tær høvdu svomið 300 metur, so kláraði heldur ikki Ragna at fyglja við og Vár E. Eidesgaard kom inn við tíðini 4:18:91, sum var trý sekund frammanfyri nummar tvey, sum bleiv Ragna Sigríður Ragnarsdóttir frá Sunddeild Breiðabliks og hon hevði tíðina 4:21:00, nummar trý gjørdist Brynhildur Traustadóttir frá Sundfelag Akraness og hon hevði tíðin 4:22.43.

Flott svomi Vár og tillukku við gullinum.

Mynd frá Sundsamband Ísland, fleiri myndir her “ÍM 25m 2019 í Ásvallalaug”

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *