Ítrottur Tíðindi

Vár E. Eidesgaard góða tíð í morgun á EMJ 2018 í Helsinki

Svimjarnir eru longu lidnir at svimja í dag, hetta er triðju dagurin á EMJ 2018 í Helsinki.

Í morgun hevur Rókur Trygvason úr Ægir svomu 50 metur bringu og hevði hann eina hampuliga tíð, hann kom inn við tíðini 31.50 og er tað 0.55 sekund verri enn hansara besta tíð.

Rani Jacobsen svam eisini 50 metur bringu og hann kom inn við tíðini 31.89 og tað er 0.71 sekund verri enn hansara bestu tíð.

Tað bragdaði hjá Vár E. Eidesgaard, hon hevði eina frálíka tíð í 200 metur frí. Hon kom inn við tíðini 2:07.37 og tað er bert 0.09 sekund frá hennari bestu tíð, sum er 2:07.26. Flott svomu Vár.

Tann síðsta sum svam í morgun var Alisa Vestergård og hon svam eisini 200 metur frí og hon kom inn við tíðini 2:15.40 og tað er 5 sekund verri enn hennara bestu tíð.

Tíðirnar hjá føroysku svimjarum í Helsinki hava ikki verið av teimum bestu, kanska hatta er ein seinur hylur, men tað eru tvær dagar eftir, so har kann alt henda.

Góða eydnu øll somul.

SáH

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *