Bráðtíðindi Heilsuverkið Tíðindi

Vælveruøkið í svimjihøllini letur upp í dag

Í dag, týsdagin 11. desember kl.17, verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:

· Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnar. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.

· Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur

· Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.

· Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa

Les meira um prísir o.a. her:

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *