Heilsuverkið Tíðindi

Vælveruøkið, At skapa nýtt er neyðugt og hoyrir tíðini til

Her røðan hjá Signhild V. Johannesen, tá ið vælveruøkið í Klaksvíkar Svimjihøll lat upp í dag.

Vit renna og tuska, vit stremba og stressa, ja kanska ongantíð meira enn í jólamánanum. Hvat vit renna eftir, ella renna undan, vita vit helst ikki.

Vit hoyra um vinir og starvsfelagar sum ikki hóra undan, men fara niður við stress.

Stress er eitt orð, sum ikki lá so frammaliga í mínum barnaárum. Kanska kemst tað av, at kappingin og avbjóðingarnar ikki vóru tær somu sum í dag.

Í dag hevur tað stóran týdning, at vit eru “on”. Arbeiðsplássið krevur tað, familjan krevur tað, og vit krevja tað av okkum sjálvum. Internetið, telefonin og allir hinir talgildu hentleikarnir gera, at vit allatíðina fáa innlit í, hvat hini gera og setur tað kanska krøv til okkum, um hvat vit áttu at gjørt.

Soleiðis var tað ikki fyrr!
Eg veit at tíðin ikki stendur í stað, og at tað ikki ber til at bakka aftur. Sjálvt um tað er tað vit hoyra, vil eg mótmæla til eitt vist.

Tað er okkurt vit kunna gera sjálvi, tí tað eru vit sum seta dagsskránna, og tí eisini vit sum kunnu seta mørk.

Men tað krevur mót, tí vit kunnu ikki melda okkum út úr samfelagnum, vit eru ein partur av tí, og tí verða vit til tíðir drigin við – viðvørt meir, viðvhørt minni.

Tá vit so av ymiskum orsøkum hava tørv á at seta ferðina niður, er tað gott við góðum aktivitetum sum tvinga okkum at vera still, njóta løtuna og bara hugsavna okkum.

Vit kunnu m.a. seta bilin, fara ein gongutúr, serliga nú tað er so hugnaligt at ganga og hyggja í handilsvindeygu. Avspáka í desember, baka eitt slag av smákøkun, heldur enn at keypa trý sløg.
Og tað kennist gott, minnir um fyrr, minnir um ommu sum gekk heima, stákaðist, nynnaði og bara var, uttan øll nútíðar krøv.

Ein segði tað soleiðis, tá hann var spurdu um hví honum dámdi at svimja: “tá verið eg ongantíð avbrotin av einari telefon ella øðrum skermum. Tað er veruliga kvalitetstíð.”

Tí er hetta nýggja vælveruøkið avgjørt eitt spennandi og heilsugott tilboð.

Góðu tit øll – starvsfólk og gestir

Í dag bjóða vit býnum inn til eitt vælveru øki, ein frístað, ið ikki finst aðrastaðni í Føroyum enn í Klaksvík. Hetta er nýtt og spennandi, og gevur avgjørt meining í dagsins samfelagið. Her fara vit at slappa av, hvíla heilan og mýkja vøddar.

Eg eri sannførd um, at hetta tilboðið fer at gera mongum gott.
At hava so íðin starvsfólk, sum deila dreymar við okkum politikkaranum, er bara so fantastiska gott. Tí tað er júst soleiðis, at starvsfólk kunnu vera við til at stýra rákinum, og somuleiðis vera við til at mynda býin. Tá ið báðir partar kenna vegin og vilja málið, so gongur ferðin væl.

Hóast arbeiðið hevur drigið nakað út, so kunnu vit í dag fegnast um, at vælverudepilin nú opnar.

Torkil hevur royndarkoyrt og klárgjørt vælveru depilin á besta hátt, og eigur tú, Torkil, eina stóra tøkk fyri tað.

Stóra takk til tykkum starvsfólk her í svimjihøllini, takk til borgarstjóran og umsitingina í býráðnum.

At skapa nýtt er neyðugt og hoyrir tíðini til. Men tað merkir ikki, at vit ikki eisini skulu steðga á, hugsavna okkum, merkja eftir og njóta umstøðurnar, tí tað er nú vit hava tíð, og tað er nú vit skulu liva

Hjartaliga vælkomin í vælveruøki í svimjihøllini.

Gleðilig jól 😊

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *