Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Vælverudepilin nærkast

Undirritaði var eisini og hugdi eftir hølinum tann 5. apríl í ár og tá var tíðarætlanin, at vælveradepilin skuldi standa liðugur áðrenn summarferiuna, men nú verður upplýst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, at hann verður liðugur seinni í summar, men spennandi verður, tá ið hann  einaferð letur upp.

Eri bara eitt sindur keddir av, at eg fór í samráðingar við leiðsluna í Svimjihøllina í Klaksvík, um felagshølini hjá Ægir, tí tey átti eisini eitt rúm í vælverudeplinum, men helt eg, at hølini vóru betur, har Íðka helt til og tað helt Torkil Mørkøre og Byggifrøðingurin hjá Klaksvíkar Kommunu eisini og avtalað varð, at flyta hølini hjá Ægir frá Vælverudeplinum og yvir í hølini har Íðka helt til, men sum tit vita, so leyp Torkil Mørkøre frá tí avtaluni og nú stendur Ægir við ongum felagshølum.

Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna um vælverudepilin tann 25. juni:

Arbeitt verður í løtuni við at leggja flisar í nýggja vælverudeplinum í Svimjihøllini.

Signhild V. Johannesen, virkandi borgarstjóri legði í dag leiðina framvið í Svimjihøllini, har arbeitt verður við nýggja vælverudeplinum í sunnara enda av bygninginum. Torkil Mørkøre, leiðari í Svimjihøllini tók ímóti og greiddi frá gongdini í byggiarbeiðnum.

– Vælverudepilin verður eitt ómetaliga lekkurt tilboð, sum eisini víðkar nógv um møguleikarnar á ítróttarøkinum. Eg ivist ikki í, at depilin verður verdur at vitja hjá lokalum og vitjandi, sum hava hug til eina friðsæla løtu við vælveru, og harafturat er talan eisini um góðar umstøður til eitt nú bólkar og ítróttarfólk, sum vilja leggja vælveru og restitutión inn í sínar venjingar, sigur Signhild V. Johannesen, sum eisini er forkvinna í Mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð.

Vælverudepilin fevnir um stórt gosbað, infrareyða saunu og dambað innandura, umframt eitt lekkurt útiøki við pottum. Arbeiðið byrjaði tíðliga í ár, og í løtuni verða flisar lagdir á seinastu flaturnar í ymsu rúmunum. Enn er nakað av arbeiði eftir at fremja í hølunum, men nýggi vælverudepilin letur eftir ætlan upp seinni í summar.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Soleiðis sóu hølini út tann 5. apríl 2018
Mynd tikin tann 5. apríl 2018
Signhild Johannesen, mynd Klaksvíkar Kommuna tann 25.06.2018
Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *