Ítrottur Tíðindi

Úttøka til NM/NJM 2019

Starvsnevnd SSF avgjørdi her í vikuni at taka út teir svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2019 sum hava klárað kravtíð til hesa stevnu, umframt tveir afturat sum kláraðu yvir 600 FINA stig á júst farna FM á stuttgeil 2019. NM/NJM 2019 verður í Tórshavn hin 29. november til 1. desember 2019.

Yvirlit yvir fráboðaðar kravtíðir

Til NJM 2019, í bókstavarað

Alisa Vestergaard (2003), SuSvim
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
Eyðrið Mortensen (2003), HS
Jonna Joensen (2005), Ægir
Kristina í Skála (2005), HS
Nancy Nónskarð Dam (2005), HS
Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir
Ronja Ró í Dímun (2004), HS
Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), HS
Johan Nónskarð. Dam (2002), HS

Til NM 2019, í bókstavarað

Barbara Debes (2000), Ægir
Signhild Joensen (2000), Ægir
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), HS
Óli Mortensen (1996), HS
Rókur Trygvason (2000), Ægir
Róland Toftum (1998), SuSvim
Ferðaleiðarar verða Yvonna og Óli Toftum

Venjarar verða høvuðsvenjararnir hjá hesum úttiknu svimjarum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *