Tíðindaskriv Tíðindi

Útnorðurráðstevna um javnstøðu í Havn

Komandi tveir dagarnar er javnstøða millum kynini á breddanum í Havn:

Í morgin, týsdagin 11. juni er forkunnugt Barbershop tiltak í Öström í Havn. Tiltakið, sum ber heitið: ”Menn og dreingir fyri javnstøðu millum kynini”, hevur til endamáls at eggja monnum og dreingjum at vera við til at fáa javnvág í millum kynini.

Kendi amerikanski granskarin og fyrilestrahaldarin, Gary Barker, fer at leiða Barbershop tiltakið, sum byrjar klokkan 13.00, tá Aksel V. Johannesen, løgmaður setir dagin. Fleiri spennandi framløgur eru á skránni, eins og bólkakjak og sofaprát.

Mikumorgunin 12. juni kl. 8.00 heldur ráðstevnan fram í Smæruni í Havn undir heitinum ”Javnrættindi millum kynini við hús og á arbeiðsplássinum”. Fyrilestrahaldarar úr Íslandi, Litava og Føroyum fara at leggja fram granskingarúrslit og góðar royndir at fáa betri úrslit við at leggja dent á javnstøðu, bæði á arbeiðsplássum og við hús. Til ber at lesa meira um tiltøkini her: www.barbershopconference.fo

Tilmelding er steðgað, men um so er, at onkur hevur hug at koma til annan ella báðar dagarnar, ber framvegis til at senda eini boð til: jeb@amr.fo

Almannamálaráðið
Ráðstevnan verður skipað undir vernd av íslendska formansskapinum í Norðurlendska ráðharraráðnum, sum samstarv millum íslendska Forsætismálaráðið og Almannamálaráðið í Føroyum.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *