Fiskivinna Tíðindi Vinna

Útflutningurin minkaði heili 23 prosent í januar-februar 2018

Útflutningurin og innnflutningur eru dagførdur til og við februar 2018 og her sæst at tað ein stór minking í útflutninginum, heili 23 prosent og minus 350 milliónir.

Størsta minkingin í útflutninginum er makrelur, sild og svartkjaftur og har er útflutningurin minkaður heili 53 prosent og minus 267 milliónir.

Hví útflutningurin minkar við einum fjórðingi verður einki sagt um, men tað eigur at merkjast í samfelagnum, at heili 350 milliónir eru minkaðir, tí tær milliónirnar mangla nú í búskapinum, men væntandi verður útflutningurin betri í mars og apríl.

Her síggjast útgreiningarnar hjá Hagstovuni, sjá herundir:

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *