Lesarabrøv LØGTINGIд19 Politikkur Tíðindi

Uppisjóvarvirkið á hvørjum tanga og -skip á hvørji vík.

Søgan lærir okkum, at vit onki hava lært av søguni.

Flakavirkið á hvørjum tanga
Tað, sum hendir í løtuni minnir ikki sørt um 80´ini , har flakavirkir skuldu byggjast
á hvørjum tanga. Í fyrsta umfarið tyktist hetta gott, tí nú var einans hanagleiv hjá nógvum at fara til arbeiðis. Hetta gekk, men bara í sera avmarkaða tíð, tí stokkut var gleðin.

Sannleikans tími upprann, og vinnan varđ noydd at effektivisera og rationalisera seg. Tað bleiv neyðugt við keðiligum avgerðum og tungum tøkum bæði fyri fólk og land. Ikki minst hjá teimum, sum skuldu siga arbeiðsfólki úr starvi. Nógv mistu arbeiðið og fleiri teirra valdu at rykkja tjaldpelarnar upp og flyta av landinum. Øll minnast ilt aftur á hesa tíðina. Tá vórðu vit samd um, at hetta skuldi ikki endurtaka seg.

Sama skilið við alivinnuni
Aliloyvi blivu givin á hvørjum tanga. Hetta sá lovandi út í fyrsta umfari. Alarar skræddu seg sundir fyri at fáa tað at bera til, men lønsemi fekst ikki í við so nógvum smáum aliloyvum. Harumframt gjørdi sjúka um seg í aliringunum, og gjørdi tað støðuna verri. Hetta var ein øgilig tíð. Syrgiligt at síggja, at alt, sum alivinnan hevði bygt upp ígjøgnum áratìggir miseydnaðist.

Skrædlið í flakavinnuni og í alivinnuni rakti ikki einans reiðarar, vinnulívsfólk og stjórar. Tað rakti heilar familjur. Hjá mongum familjum bleiv einasti útvegur at fara av landinum. 5000 fólk fluttu av landinum, tí tað var ikki livandi hjá teimum í Føroyum, og mong komu ongantíð heimaftur.

Fiskurin bleiv eisini burtur hetta tíðarskeiðið.

Fuglurin Fønix
Føroyingum líkt, so reistu teir seg aftur úr øskuni, sum fuglurin Fønix. Teir kempaðu og stríddust og løgdu nógv fyri, og tað eydnaðist. Vinna, einstaklingar, skiparar og onnur stóðu saman og vóru samd um, at hetta mátti ikki endurtaka seg.

Vit mugu og skulu læra av søguni um flakavirkini og alivinnuna og rætta kumpassina eftir hesum. Vit mugu og skulu hava nakrar sterkar aktørar, sum kunnu leggja til síðis í góðum tíðum fyri at vera mentir at standa ímóti í ringum tíðum. Hetta eydnaðist væl inntil socialistarnir tóku yvir í Tinganesi.

Søgan endurtekur seg.
Sæð við eygunum hjá sitandi vinstrasamgongu gekk ov væl, og ì navni rættvìsunnar er hon nú í ferð við at gera júst sama brølara, sum hendi við flakavirkjunum og aliloyvunum á hvørjum tanga. So skjótt vinstrasamgongan kom til valdið, fór hon út til teir, sum hava effektiviserað og rationaliserað. Út til teir, sum hava stríðst og strevast, og fingið tað at eydnast . Vinstrasamgongan byrjaðu við fyrst at taka 15 prosent frá hesum dugnafólki til uppboðssølu og síðani 8,5 prosent afturat til menningarkvotur. Teir hava tikið kvotu frá monnum, sum hava keypt kvotu fyri fleiri milliónir fyri at effektivisera og rationalisera og geva hesar ókeypis til aðrar.

Møguleikin fyri at gerast sterkari og betri skal takast frá okkara verandi dugnaligu
vinnulívsfólkum. Ongin skal blìva sterkur. Ongin skal tjena pengar og ongin skal eiga pengar. Tað er meir rættvíst, at onnur sleppa framat, kosta hvat tað kosta vil og óansæð hvørjar avleiðingar tað fær. Meir jarn, meir stál og meir útlát. Burtur við effektiviteti og tí mest rationella. Vit skulu aftur til áttamannaførini.

Tað sýnist sum fiskivinnan skal pettast sundur ì smámolar. Samstundis blìva teir almennu mastodontarnir ongantìđ ov stórir. Hetta er eitt sereyđkenni fyri sosialismuna. Tađ almenna skal hava ræđi á øllum og stýra øllum og fólkiđ skal bara makka rætt.

Tað er ov mikið av kapasiteti til at fiska og hagreiða allan fisk, men allíkavæl vil vinstrasamgongan hava fleiri aktørar. Hvat bleiv forrestin av grøna politikkinum ?

Tað er eisini sera løgið við okkara løgtingsformanni. Hann hevur dúgliga atkvøtt fyri fiskivinnulóggávuni, so leingi tað skerdi Norðoyggjar og onnur. Nú hann følir sviðan sjálvur, og fiskivinnulóggávan rakar hansara egnu oyggj fær pípan annað ljóð. Hann reisist enntá ímóti sínum egna formanni. Sanniliga følir ongin mein í annans bein.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
løgtingslimur

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *