Fiskivinna Tíðindi

Uppboðssøla av fiskirættindum á Flemish Cap 2019

Kunngerðin, um at bjóða rættindi út á uppboðssølu í 2019, er nú lýst.

Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu.

Uppboðssølan verður skipað sum opin uppboðssøla. Avgerðin er grundað á viðmerkingarnar frá Fiskivinnuráðnum, ið mælti til, at uppboðssølan skal vera opin.

Avgjørt er, at uppboðssølan verður hildin hósdagin 31. januar 2019, kl. 13.00.

Nærri treytir eru lýstar í kunngerðini, sí www.kunngerdaportalur.fo

Fiskamarknaður Føroya stendur fyri uppboðssøluni. Nærri upplýsingar ella vegleiðing fáast við at venda sær til Fiskamarknaðin www.fmf.fo.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *