Lokal tíðindi Tíðindi

Ungdómsvirksemi í húsinum flytur í Dávavirkið

Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at flyta umdómsvirksemi í Húsinum, sum eru tey 13 til 18 ára gomlu, frá Húsinum, sum heldur til í Atlantis, og í rúmligari umstøður í Dávavirkinum. Hetta kemst serliga av góðu undirtøkuni og økta virkseminum í Húsinum, at stig nú verða tikin at geva teimum enn betri umstøður.

Tað er ikki lang tíð síðan at ungdómshúsið varð flutt úr gamla Norðoyabanka og nærri miðbýnum. Hóast tað má nú ásannast, at økta vitjunartalið, saman við ynskinum um at kunna bjóða tannáringunum fleiri og betri tilboð, hevur gjørt, at avgerð nú er tikin um at flyta ungdómspartin út í Dávavirkið, har fleiri hundrað fermetrar av leiguhølum eru tøkir at gagnnýta.

Ein ørsøk til at Húsið varð staðsett í miðbýnum og nærri Skúlatrøð og ítróttarøkinum var, at hetta var høgligari hjá skúlabørnunum, sum dagliga vitja Húsið, áðrenn tey fara víðari til annað frítíðarvirksemi, sum liggur tætt við Húsið. Hetta hevur víst seg at hóska væl, serliga fyri yngru børnini. Fyri ungdómsvirksemið, sum er meira út á kvøldarnar og um vikuskiftini, er hinvegin ikki eins avgerandi at Húsið liggur júst í miðbýnum, men hjá teimum er meira avgerandi, at pláss og møguleikar eru til at skipa og hava øðrvísi tiltøk, sum eru spennandi og avbjóðandi til júst teirra aldursbólk.

Fleiri hundrað fermetrar
Hølini í Dávavirkinum geva gott pláss. Har ber til at hava onnur sløg av tiltøkum enn tey, sum Húsið í dag hevur pláss til. Hølini í Dávavirkinum eru spennandi og har er eisini stóra felagshøllin, sum íalt er fleiri hundrað fermetrar til víddar.

Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum, er sera fegin um henda møguleika og góðu umstøðurnar.

– Hetta er við til at geva okkara ungu betri møguleikar og størri rásarúm. Fyrst og fremst gevur tað okkum fleiri rúm at arbeiða í, har vit kunnu hava ymisk tilboð til ymiskan aldursbólk. Vit hava 40 tannáringar hvørt kvøld, og vit gleða okkum at bjóða teimum eitt stað, har tað er hugflogið sum setur avmarkingarnar og ikki hølið.

Kelda: klaksvík.fo

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *