Lokal tíðindi Tíðindi

Ung í arbeiði: Tilmeldingin er opin

Ung í aldrinum 15-16 ár kunnu nú, umvegis sjálvgreiðsluna, melda seg til Ung í arbeiði.

Tilmeldingin er opin fram til 15. mai, og síðan verða samrøður hildnar við tey ungu í Verkstovuni í Kirkjubrekku 11. Endamálið við samrøðunum er at para ungu arbeiðstakararnar og tøku arbeiðsplássini so væl, sum gjørligt við atliti til royndir og áhugamál hjá teimum ungu og tørvin hjá arbeiðsgevarunum.

MELDA TIL UNG Í ARBEIÐI HER

Endaliga tilmeldingin er treytað av, at hin ungi møtir upp til samrøðuna. Til ber at lesa meira um Ung í arbeiði á www.klaksvik.fo/uia.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *