Heilsuverkið LØGTINGIд19 Tíðindi

Tveir fólkafloksmenn við ambulyftini í dag

Tveir fólkafloksmenn við ambulyftini í dag💪

Eg verði so argur, tá eg hoyri løgmann og javnaðarflokkin taka patent uppá tey “veiku” og sjúku. Sjúkir gera ikki mun á fólki, og tað átti løgmaður heldur ikki.

Kortini hevur løgmaður seinastu tiðina sett fólki upp í móti hvørjum øðrum. Vit móti tykkum, har fólkafloksfólk eru rótin til alt ónt. Eg verði so irriteraður inna tað. Bara í dag fekk eg eitt ljótt aftursvar frá einari flogternu hjá KLM, tí eg spurdi hana, um hon kundi hjálpa mær við kuffertinum, tí eg klári ikki at lyfta tað. Hetta var eitt litið dømi av mongum, men eg veit, at nógv kunnu relatera til tað. Tað er ikki altíð so lætt, men soleiðis er lívið einaferð.

Kortini seta vit krossin við lista A og Fólkaflokkin. Akkurát sum út við 25% av veljarunum.

So góði løgmaður, ístaðin fyri at dyrka sundurlyndið og útihýsa 4. hvørjum føroyingi, kom heldur og tosa um veruligan politikk. Javnaðarflokkurin eigur ikki patent uppá tey veiku. Tað ger eingin flokkur.

Allir flokkar stríðast fyri teimum. Uttan undantak.

Gott valstríð, øll somul!

Hanus Samróð 30.07.2019

Gevið tær púra rætt Hanus Samróð, skommin er hansara. Vit hava eisini ein blindan mann í Fólkaflokkinum, Una Rasmussen og hann vil Aksel V. Johannesen eisini útihýsa. Vónandi minnast føroyingarnir til tað á Løgtingsvalið 31.08.2019.

Símun á Høvdanum

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *