Bráðtíðindi Tíðindi Veðri

Trolbátarnir kroka eystanfyri Viðoynna

Nógvir trolbátar hava kroka eystanfyri Viðoynna í nátt. Her mynd frá Marine Traffic fyri tveimum tímum síðani, hesir vóru nakrir av bátunum, Smaragd, Grønanes, Ametyst, Heykur, Falkur, Oknin (Garnabátur), Jaspis og eitt sindur longri eystri vóru Størnan og Polarhav.

Tað hevur verið vánaligt veður í nátt, stormur og hava hvirlurnar verið sera hvassar.

Nú klokkan 04:33 er veðrið eitt sindur betri og lovar hann frægari veður í dag.

Eisini sæst á myndini at Norðsøki og Líðhamar eru til útróðar í nátt, Norðsøki liggur norðanfyri Kunoynna og Líðhamar sær út til at sigla inn.

SáH

 

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *