Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi

Torkil Møkøre ikki til at líta á

Enn einaferð er Ægir koyrt í bakgrundina og enn einaferð er tað leiðarin í Klaksvíkar Svimjihøll, sum stendur aftanfyri beistagerðirnar ímóti okkara stolta svimjifelag.

Undirritaði var í oktober – november 2017 á fund við Torkil Mørkøre og ein Byggifrøðing hjá Klaksvíkar Kommunu og tá avgjørdi vit at felagshølini hjá Ægir skuldi flytast frá vælveruøkinum og til økið har Íðka helt til og at felagshølini hjá Ægir skuldi vera liðug í januar 2018, men nú sær út sum, at Ægir enn einaferð er koyrt út í kuldan og nú skulu felagshølini hjá Ægir brúkast til enduvenjingarpláss í Svimjihøllini.

Vit vita væl at Ægir ongan góðan hevur í Klaksvíkar Kommunu og at leiðarin í Svimjihøllini spælir okkum puss ferð aftaná ferð og nú hevur leiðarin so fingið alt sítt trumfa ígjøgnum og kann knýggja sær hendurnar og smílast saman við okkara so smílandi borgmeistara.

Jú, ein maður er ein maður og eitt orð er eitt orð, men tað kann man so ikki siga um Torkil og leiðsluna hjá Klaksvíkar Kommunu, sum enn einaferð hevur stungið okkara svimjifelag Ægir í ryggin, takk fyri tað tit báðir.

SáH

Her grein á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu:

NÝGGJ ENDURVENJINGARPLÁSS Í SVIMJIHØLLINI

Samstarvsavtala er gjørd millum Ítróttardepilin hjá Klaksvíkar kommunu og Almannaverkið um leigu av venjingarhølunum í Svimjihøllini til endurvenjingar.

Almannaverkið fer í framtíðini at nýta venjingarhølini í Svimjihøllini til at veita borgarum, ið hava mist førleika, endurvenjing, so tey gerast so sjálvbjargin sum tilber. Talan er um borgarar í arbeiðsførum aldri, sum við tilvísing kunnu venja í hølunum saman við ergo- og fysioterapeutum frá Almannaverkinum.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um avtaluna, sum varð undirskrivað í dag.

– Tað er altíð gleðiligt, tá tænastustøðið í økinum hækkar, og í hesum førinum er talan eisini um eitt upplagt samstarv og eina góða staðseting til venjingarhølið hjá Almannaverkinum, tí aðrir hentleikar á stadionøkinum jú eisini eru nær við, eitt nú svimjihøllin og vælverudepilin, sum letur upp har í næstum, sigur borgarstjórin.

Hølini verða frammanundan brúkt sum venjingarhøli hjá Judofelagnum, og venjingartíðirnar verða tí lagdar soleiðis til rættis, at hølini kunnu tæna báðum endamálum uttan trupulleikar.

– Samstarvið millum Judofelagið, Svimjihøllina og Almannaverkið í hesum málinum hevur verið fyrimyndarligt, so vit kunnu øll vera glað fyri hetta tilboðið, sum nú verður lagt afturat í Norðoyggjum, sigur Jógvan Skorheim.

Almannaverkið hevur eitt toymi av fimm dugnaligum ergo- og fysioterapeutum, sum virka í Norðoyggjum og Eysturoynni, og frammanundan eru líknandi venjingarhøli í Runavík. Sostatt fáa borgararnir í økinum nú líka góðar umstøður í Klaksvík sum í Runavík, greiðir Almannaverkið frá.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *