Fiskivinna Tíðindi Vinna

Tit hava tíð enn

Á býráðsfundinum hóskvøldið valdi meirilutin í Klaksvíkar Býráð at atkvøða fyri at hegna umleið 50 metrar av havnalagnum inni.

At man velur at hegna ein stóran part av keiøkinum á vestara bryggju av er óskiljandi. Hóast umsitingin mælti frá, so valdi meirilutin at ganga ímóti umsitingini og mæla til, at ein partur av keiøkinum verður hegnaður av. Umsitingin hevði ynski um aðrar staðsetingar, men tað valdi man so at hyggja burturfrá.

Vit hava í Klaksvík ein stóran trupulleika við tí, at vit hava ov lítið av keikanti í dag. Vit eru eftirbátur á hesum økinum, tá tað kemur til at bjóða okkum fram til at hýsa útlendskum skipum, tí vit ikki hava pláss fyri teimum í fleiri førum. Veruleikin er eisini tann, at vit hava næstan ikki pláss fyri tí stóra skipaflota, ið vit hava í dag. At hegna júst hetta økið av kemur eisini at koma illa við hjá teimum vinnurekandi, sum í dag virka á økinum á landi. So hetta, ið meirilutin nú vil fremja, kemur bara at økja um tann trupulleika.

Vit mugu bara viðurkenna, at havnaøkið hevur snøgt sagt ógvuliga lítla raðfesting undir hesari samgonguni, ið situr í býráðnum.

Vit kunnu taka sum dømi, at Atli S. Justinussen og eg sjálvur løgdu eitt uppskot fram, ið hevði til endamáls at leingja Norðhavnina, sum hevði bøtt munandi um tann trupulleika, ið vit hava í dag. Tað uppskotið bleiv móttikið tann 30.juni í fjør, men tó hevur borgarstjórin aldrin lagt hetta fram fyri býráðið, hóast kommunustýrislógin áleggur honum tað.

Sjálvandi skulu vit altíð veita vinnulívinum teir bestu karmarnir, ið kunnu fáast. Men í hesum førinum, so veksa vit bara um ein trupulleika, ið longu er áðrenn, ístaðin fyri at royna at loysa hann. Vónandi hugsar meirilutin seg væl um. Málið er ikki endaliga avgjørt, so roynið nú og fáið eina góða loysn fyri allar partar! Tit hava tíð enn!

Beinur Johannesen

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *