Politikkur Tíðindi

Tingformaðurin hevði minningrorð um Heini O. Heinesen ígjár

Farvæl frælsis frændi!

Minningarorð sum Páll á Reynatúgvu helt í Tinginum í dag um Heina O. Heinesen, fyrrverandi løgtingsmann.

Dámligi og jarðbundni maðurin við tí smædna smílinum, hevur lagt árarnar inn. Men minnini og førningurin standa enn ritaði í tí jørðildi, sum Heini vaks upp í, og livdi í. Millum fjøllini høgu, norði í Kunoy, har vit í gjár fylgdu honum til síðsta hvíldarstaðin í fagrastu sólarglæmu.

Alskurin til land, bygd og fólk, lá honum fremst í huga, og hóast sólin stavaði stinnast á summar av tilverunnar teigum, so gloymdi hann ongantíð meginsetningin um at rúm skal vera fyri okkum øllum her í Føroyum. Bæði á bygd, og í bý.

Pápi mín og Heini kendust væl, væl áðrenn eg varð valdur á Ting, og aftur og aftur minti Heini meg á søguna hjá pápa um at fjøllini á Sandoynni vóru so lág, tí tey stóðu í einum dali. Og so flenti hann so hjartaliga.

Hóast man sum ungur polittikari ótolnaðist viðhvørt, so fekst tú ikki verið óður ella ov avgjørdur við Heina. Bráið var so gott, óspilt og vælmeinandi, at politisku brotini sum oftast fullu hjálparleys til jarðar, áðrenn tey vunnu sær megi.

Heini o. Heinesen var fiski og verkamannavinur burturav, og sá hann lívsins kor hjá hesum okkara samfelagsbólkum, sum avgerandi fortreyt fyri at lyfta tjóðina fram í tað frælsi, sum hugsjónin bygdi á.

Heini O. Heinesen var góður at heita á, og ein góður vinur. Eitt ediligt menniskja, sum uttan iva onkuntíð tók sær tykni av til tíðir bondsku telvingini innan tinggátt, men sum sanniliga dugdi at telva seg fram til góðar loysnir fyri valdømið í Norðoyggjum.

Heini varð ikki langa løtu frá at hava verið longst sitandi borgarstjóri í Vesturheiminum, og sigur tað ikki einki um álitið hann hevði millum bygdafólkið.

Men tað var sum løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, seinni Tjóðveldi, at hann gjørdist landskendur sum Heini í Kunoy. Valdur á Ting fyrstu ferð í 1984 og sat hann á Tingi í samfull 23 ár.

Serliga vinnunevndararbeiðið, eitt skeið sum formaður, við økisfriðingum, verju av ungfiski ið høvdu hansara polittiska áhuga, men samferðsluframbrotini á sjógvi og á landi fyltu væl út í polittiska bulin.

Heini fekk eisini tann stóra heiður, at gerast formaður í Tjóðveldisflokkinum. Ein sess hann røkti væl og virðiliga í seks ár. Ímyndin av flokkinum sum verka og fiskimannaflokki, viknaði ikki hesi árini, og frælsisneistin í fólkinum styrknaði.

Heini giftist Honnu Adam, á sjeyti ára degi sínum, og fingu tey eitt gott lívskvøld saman, til elli tók at boyggja mannin, og til at Hanna fall frá fyri tveimum árum síðani.

Eftir Heina sita systkinini við familju, og børnini hjá Honnu. Løgtingið hevur samkenslu við tykkum sum syrgja, ein stinnan, stásmann, sum farin er.

Eg fari at heita á tingfólk um at reisast saman við mær, og at vit í felag minnast Heina O. Heinesen eina løtu.

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *