Lokal tíðindi Tíðindir

Tey sjálvbodnu hava heiðurin

Góðu norðingar – góðu norðoyastevnugestir!

Klaksvíkin bjóðar gjøgnum árið eina røð av ymsum tiltøkum, ið bjóðað øllum føroyingum at uppliva okkara fantastiska bý uppá ymsar mátar og úr ymsum sjónarhornum.

Vit hava Norðurljós, Torradagar, Summarfestival, Sjómannadag og mong onnur tiltøk. Tó er tað neyvan nakað tiltak, ið fevnir so vítt – bæði í áhuga og aldri, gaman og álvara – sum Norðoyastevnan ger.

Her er kappróðrur, kapprenning, fótbóltur, listaframsýningar, tónleikaframførðslur, møtir og mangt annað. So man kann ikki annað enn siga, at ongin nýtist at sita hendur í favn og keða seg á Norðoyastevnuni.

Fyri 82 árum síðan, var tikið stig til tí fyrstu Norðoyastevnuna. Stevnan var løgd um júst sama tíðarskeið, sum hon er í dag, tí tað var um hesa tíðina, at bátarnir vóru heima. Hetta var eftir fyrsta túrin á árinum hjá sluppunum undir Íslandi.

Hyggja vit aftur á hesa stevnu, so eru tað tey allarfægstu, ið upplivdu hana, ímillum okkum í dag. Sluppirnar eru fyri langari tíð síðan skiftar út við framkomin skip, og eru sjómenninir nú vekk alt árið. Tó kunnu vit draga samanberingar fram til dagin í dag. Tildømis var fótbóltsdystur á skránni á tí fyrstu stevnuni, ið KÍ vann 2-1 á TB, og eisini vóru mentanartiltøk tá á skránni, eins og í ár.

Bernhard Brim yrkir, í vakra sanginum “Tað er vakurt í Klaksvík á sumri”:

Her er stuttligt á Norðoyastevnu,
tá ið ungfólkið møtist til leik
her at royna sær kynstur og evni,
her hvar blíðskapurin aldri sveik.

Ítrótturin er tann dag í dag, eisini miðpunktið á stevnu okkara. Okkara tjóðarítróttur hevur sítt startskot til árið her norði, har 63 manningar vera umboðaðar, svarandi til yvir 400 rógvarar. 38 lið skulu um vikuskiftið dystast á Djúpumýru, eins og hundraðtals rennarar slíta sínar renniskógvar í árligu Føroya Bjór renningini.

Vit kunnu hyggja at hvørjum øðrum og spyrja, hvussu ber hetta til. At vit, ið eru tjóð á beint yvir 50.000 fólk, kunnu til eina stevnu senda eina so stóra fjøld av íðkarum avstað. Ein skuldi næstan ikki trúð, at tað yvirhøvur bar til, tí vit mugu minnast til, at hetta bert er ein brot partur av teimum mongu íðkandi á landið.

Stóran leiklut í hesum spæla feløgini, ið við stórum sjálvbodnum arbeiði skapa hendan møguleikan, eins og tey skapa stóran trivnað í býnum.

Sjálvboðið arbeiði er grundarsteinurin undir tey feløg, ið vit hava í býnum. Sjálvboðin taka sær av teimum ungu, veita teimum eitt stað, har tey kunnu trívast, mennast og vera brýnd til framtíðina.

Uttan hetta stóra sjálvbodna arbeið, ið gjørt verður, so høvdu vit verið eitt fátækt samfelag. Øll tey tiltøkini, ið Klaksvíkin hevur at bjóðað, verður samskipa av eldsálum, ið seta nógva tíð og orku av, og er hetta fyrst og fremst fyri at gleða og hjálpa øðrum.

Norðoyastevnan er so sanniliga ein stevna, har tann sjálvbodna hondin spælir ein stóran leiklut. Nógv fyrireiking og arbeið skal til, og vilja fólk uttan at blunka játta seg til at hjálpa teimum ymsu feløgunum í sínum arbeiði á stevnuni. Uttan hesi fólk, so er lítið at ivast í, at tað var ongin Norðoyastevna.

Lat okkum tí hesa stevnuna vera takksom fyri tey fólk, ið gera tað gjørligt, at vit eru her til stevnuna. At vit saman við familju, vinum og kenningum kunnu hugna okkum saman, og bara uttan hóvastak njóta dagin í dag.

Góðu norðingar og norðoyastevnugestir. Við hesum orðum er Norðoyastevnan 2018 hervið sett.

Góða Norðoyastevnu!

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *