Bráðtíðindi

Yvirgangsálop ímóti hálvmaraton í Berlin steðga

Týska tíðindastovan Die Welt skrivar at fýra menn eru handtiknir sunnudagin fyri at hava lagt til rættis eitt yvirgangsálop á hálvmaraton í Berlin sunnudagin.

Ein av teimun handtiknu skuldi brúka knív til álopið, bæði ímóti áskoðarum og luttakandi rennarum, ímeðan hinir eru skuldsettir fyri at hjálpa til við álopinum, men av tí at løgreglan hevur haft eitt vakið eyga við ein av teimun handtiknu, kundi álopið steðgast í góðari tíð.

Løgreglan í Berlin skrivar á Twitter, at seks persónar eru handtiknir, men vil ikki koma meira inní smálutir í samband við handtøkuna.

Die Welts skrivar eisini at hesir sum eru handtiknir, hava verði í samband við álopsmannin sum koyrdi ein lastbil inn á jólamarknaðin í Berlin í desembur 2016, 12 persónar mistu lívið. Álopsmaðurin doyði fáar dagar eftir hendingina av løstum, hann fekk eftir at italienska løgreglan mátti skjóta hann fyri at kunna handtakað.

Umleið 32.000 luttaka í hálvmaratin sum hevur verði sunnudagin í Berlin.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *