Lokal tíðindi Tíðindi

Teknikapping: Jólakortini 2018

Sum vanligur siður er, sendir Klaksvíkar kommuna hvørt ár jólakort til nógv ymisk fólk, stovnar og samstarvsfelagar av ymsum slag, og í ár hava øll børn í kommununi møguleika fyri at seta sín dám á kortini.

Kommunan útskrivar nevniliga hervið teknikapping fyri øll børn upp til og við 12 ár, har vinnandi tekningin verður prentað á ársins jólakort hjá kommununi.

Øll børn í kommununi undir aldursmarkinum eru vælkomin at senda tekningar inn til kappingina, einasta krav er, at luttakandi barnið sjálvt hevur teknað tekningina, og so skulu tekningarnar sjálvandi eisini vera jólaligar og hóskandi til jólakort.

Umframt heiðurin av at prýða jólakortini, fær vinnarin eisini ein vinning, og eins og í fjør fer borgarstjórin eisini at handa vinnaranum ársins fyrsta jólakort. Í fjør var teknikappingin um at prýða jólakortini hildin millum børnini í frítíðarskúlanum Snjallubjallu, og tá var tað tekningin hjá Elisabeth Jacobsen, sum vann.

Fyri at vera við í kappingini skalt tú:

Ikki vera eldri enn 12 ára gomul/gamal
Búgva í Klaksvíkar kommunu
Hava teknað tekningina sjálv/ur
Tekningar til kappingina kunnu latast inn í Miðluni í Býráðshúsinum gerandisdagar millum kl. 10 og 16, ella tær kunnu sendast til:

Klaksvíkar kommuna

Postsmoga 2

710 Klaksvík

Freistin at senda inn tekningar er fríggjadagin 28. september kl. 16.

Vinnarin verður kunngjørdur á www.klaksvik.fo.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *