Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Gadus farin at sigla heim

Seint í gjárskvøldið fór Gadus at sigla heim, teir hava umleið 500 tons av flaki. Teir fóru til fiskiskap tann 29. august og hava teir roynt fyri tað mesta í russiskum sjógvi hesaferð. Væntandi vera teir á Klaksvík mikudagin ella hósdagin. Ólavur Biskopstø er skipari hendan túrin. Vit ynskja skipara og manning eina góða heimreisu. Les meira…

Tøkni

FT Gamejam 2018 í Klingruni hjá Føroya Tele

FT GAMEJAM 2018 🤖 Ert tú áhugað/ur í telduspælmenning, ella kennir tú onkran, sum er? Mikukvøldið 26. september kl. 23:59 er freistin at melda seg til tiltakið FT GameJam, sum verður í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík 28.-30. september. Tiltakið er ókeypis, og tilmelding fer fram her: www.iverksetan.fo/ft-gamejam/ 👍 Ársins tiltak verður bæði størri, Les meira…

Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

Fyrsta mál á Løgtingsfundinum í dag eru fyrispurningar frá Óluvu Klettskarð til fiskimálaráðharran Høgna Hoydal. Tingfundurin byrjar kl. 11.00. Á tingfundi 10. september 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við? Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg? Les meira…

Lokal tíðindi Uncategorized

Fríðkan og víðkan á Dagstovnaøkinum

Kommunalu dagstovnarnir Blákollan, Barnahúsið Margit og Mylnuhúsið hava allir fingið ein kærkomnan og tiltrongdan umgang við málingapenslinum í summar. – Karmar og umstøður hava sjálvsagdan týdning fyri trivnaðin úti á stovnunum, og vit leggja okkum altíð eftir at gera hetta so gott sum yvirhøvur gjørligt, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung. Hon Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Onki svar fingið enn upp á Biskupstorgið?

News skrivaði og legði eitt filmsklipp út fyri 14. døgum síðani, har vit setti umsitingina hjá Klaksvíkar Kommunu ella Jógvan Skorheim nakrar spurningar viðvíkjandi Biskupstorgið, men hava einki svar fingið enn, men Jógvan Skorheim svaraði tann 22. juli sera ullint til Kringvarp Føroya, hoyr svarið her: “Innflyting og avtalur eru á gáttini” Hann svaraði als Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Frá Gráum betongi til listaligt litspæl

Við góðari hjálp frá vinum og kenningum hevur Rasmus S. Biskupstø brúkt hetta summarið uppá at listprýða baksíðuna á stóra skýlinum við Djúpumýru. Listaverkið er so gott sum liðugt, nú Rasmus saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra stendur á parkeringsøkinum og skoðar verkið. Betongið niðast og ytst báðumegin við skal málast svart, og hesum fara nøkur Les meira…

Heilsuverkið Ítrottur Tíðindi

Allar dopingroyndir negativar

Fyrstu 7 mánaðirnar í 2018 eru 22 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólkum. Allar royndirnar vóru negativar. Royndirnar eru tiknar innan fleiri ítróttagreinar, bæði til kappingar og til venjingar . Hetta er samstundis fyrstu royndirnar, sum føroysk dopingeftirlitsfólk hava staðið fyri og hevur arbeiðið gingið sera væl. ÍSF fegnast um at arbeiðið hevur gingið sum tað Les meira…