Lokal tíðindi Tíðindi

Klaksvík verður vinarbýur við Skt. Pætursborg

Klaksvík verður nú vinarbýur við týðandi russiskan stórbý. Samskifti hevur verið millum býirnar í eina tíð, og nú eru býirnir samdir um at taka upp vinarbýarssamstarv. Skt. Pætursborg er týðandi býur í Russlandi, sum er ein av størstu marknaðum hjá Føroyum fyri fisk og laks. Klaksvík er fiskivinnubýur, og tí eru stórir møguleikar í tøttum Les meira…

Lokal tíðindi Tíðindi

Súkkluferðin til París byrjar í Klaksvík

Í morgin, hósdagin 27.juni, byrjar Team Rynkeby sína ferð til París. Aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað uttan fyri Smæruna á Kráarbrekku. Skráin er hendan Kl. 10.00: Koma Team Rynkeby súkklurnar. Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa uppá Team Rynkeby. Kl. 10.30: Umboð fyri Klaksvíkar kommunu og Hjartabarn flyta fram røðu, Les meira…

Merkisdagar Tíðindi

Malan og Finngerð fáa handa Dronningens fortenestemedalje

Í samband við at Malan Levisdóttir og Finngerð Danielsen hava starvast hjá Barnatannrøktini í Klaksvíkar kommunu í 40 ár, verður almenn móttøka í býráðshøllini 21. juni millum kl. 14.00 og 16.00. Malan og Finngerð fáa báðar “Dronningens fortjenestemedalje” fyri sítt arbeiðið. Øll eru hjartaliga vælkomin Kelda: klaksvík.fo

Ítrottur Lokal tíðindi Tíðindi

Graslíkið verður skift á Djúpumýru

Tað gongur skjótt at taka gamla graslíkið av. Fólk frá Klaksvíkar kommunu byrjaðu tíðliga í gjár uppá arbeiðið, sum vantandi verður liðugt longu í morgin. Seinni í vikuni koma fólk at leggja nýggja graslíkið á, umframt at ljósmastrarnar eftir ætlan verða settar upp í komandi viku. Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, verður vantandi Les meira…

Fiskivinna Tíðindi

Prísirnir fyri bátapláss í kommuni tillagaðir

Havna- vinnunevndin í Klaksvíkar kommunu hevur samtykt, at lækka í gjaldið á bátaplássum í kommununi, umframt at tað nú verður kravt, at eigarar av bátaplássum skulu stovna eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Í 2017 samtykti Havna- og Vinnunnevndin, eftir at prísirnir tá vóru tillagaðir, at endurskoða prísirnar eftir einum ári, og tað er sum liður av hesum Les meira…