Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Fiskaklettur inn við 57.300 pundum

Klokkan 06:20 í morgun kom Fiskaklettur inn eftir vágni. Teir hava trola eystanfyri og norðanfyri Føroyar og vardi túrurin eina viku. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var hon 57.300 pund, helvt um helvt toskur og havtaska, sjá søluna og myndir herundir. Landa bleiv til NFCS. Fiskaklettur byrjaði túr mánadagin 28. januar.  

Bráðtíðindi Fiskivinna Tíðindi

Fiskaklettur landar 40.000 pund av havtasku til NFCS

Fiskaklettur kom á Klaksvík klokkan 07:00 í morgun og byrjaðu teir at landa klokkan 07:30 Veiðan hjá teimum bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 41.780 pund. 40.000 pund havtaska, restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir. Fiskaklettur hevur roynt við troli á Skeiva Banka, teir byrjaði túr tann 03. januar. SáH

Fiskivinna Tíðindi

Filmsklipp: Fiskaklettur landar júst nú til 36.000 pund N.F.C.S.

Fiskaklettur kom aftur á Klaksvík klokkan sjey í morgun, sjá filmsklipp. Teir hava trola á Skeiva Banka og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar. Teir høvdu 35.650 pund og tað mesta var havtaska 27.800 pund, sjá søluna og filmsklipp herundir. Fiskaklettur byrjaði túr tann 04. desember og sum sagt so landa teir júst til Les meira…