Klokkan átta í morgun kom Thor til Klaksvíkar. Teir hava roynt við gørnum norðan fyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.560 pund, 10.400 pund svartkalvi og 160 pund blálonga. Thor byrjaði túr seinasta mánadag tann 11. februar. SáH
Tag: Færøerne
Norðsøki 15.010 pund ígjár
Norðsøki hevði ein stak góðan túr ígjár. Teir høvdu heilið 15.010, helvt um helvt toskur og hýsa. Veiðan bleiv boðin út til Fiskimarknaðin Føroyar og landa bleiv á Eiði. Norðsøki royndi norðan fyri Føroyar.
Rigmor Dam endiliga farin frá
Eftir óteljandi gølur og har Løgmaður hevur vart Rigmor Dam ígjøgnum ígjøgnum alt skeiðið, er hon endiliga loyst úr starvið. Reint út sagt, so hevur tað als einki skil verið á Glasir og upptakið verður bæði stórt og kemur møguliga at kosta okkum skattgjaldarum 30-40 milliónir afturat. Hetta hevur landsstýriskvinnan í mentamálum alla skyldina av Les meira…
Uppboðssøla av fiskirættindum á Flemish Cap 2019
Kunngerðin, um at bjóða rættindi út á uppboðssølu í 2019, er nú lýst. Nøgdin fevnir um 1.276 tons av toski, sum verða boðin út sum eitt ára rættindi. Persónur ella felag, sum í 2019 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3 sambært løgtingslógini, kann lata boð inn. Veiðast skal við línu. Uppboðssølan verður skipað sum Les meira…
Silvitni roktúr heili 14.000 pund
Silvitni hevur havt ein ordiligan roktúr norðan fyri Fugloynna. Teir høvdu heili 14.000 pund, tað mesta var toskur og hýsa. Silvitni settið 40 stampar við 270 húkar pr. stamp og egnt varð við høgguslokk og sauri. Við Silvitni eru tveir mans. SáH
Vakurt veður í Klaksvík í morgun
Her nakrar myndir eg tók í morgun av Klaksvík. Myndirnar eru tiknar ímillum kl. 06:00 og 06:30.
Norðsøki bestir í dag við 9.340 pundum
Norðsøk,i sum kom skúmandi inn eftir vágni beint fyri kl. 12:00, varð bestir av útróðrarbátunum í dag. Teir høvdu 9.340 pund og veiðan bleiv boðin út til fiskamarknaðin Føroyar. Tað mesta var toskur og hýsa, 5.200 pund toskur, 3.800 pund hýsa og 340 annað fiskaslag. Landa bleiv til NFCS Hetta landa útróðrarbátarnir í Klaksvík ídag: Les meira…
Núpur kom á Klaksvík kl. 06:30 við 160.000 pundum
Núpur á veg inn eftir vágni og leggur at bryggju á Kósini tann 18. januar 2019 kl. 06:30 um morgunin. Teir hava rokast norðan fyri Føroyar og hava 160.000 pund eftir 8 setum. Tað mesta er toskur og nakað er eisini hýsa. 14 mans eru við Núpi. Her filmsklipp og myndir, tá ið teir komu Les meira…
Hestfólk fáa nógv fleiri túrar
Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, og Hilmar Elissaen standa framman fyri Jósup, ið nú ferð at sigla eftir nýggjari ferðaætlan. Landsstýrismaðurin í Samferðaslumálum, Heðin Mortensen, sigur: ”Endiliga er avtalað gjørd um, at Jósup byrjar sigling nú mánadagin. Hetta er gott fyri fólk í Hesti, og somuleiðis er ferðaætlanin hjá Teistanum varðveitt, sum hon er í dag. Hetta Les meira…
Líðhamar góðan fiskiskap 12.010 pund í dag
Líðhamar kom aftur nú klokkan 14:00 og høvdu teir 12.010 pund í dag. Teir hava eisini roynt við línu vestanfyri Føroyar. Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað tað mesta var toskur og hýsa, sjá søluna herundir og myndir herundir. Landa verður júst nú til NFCS.