Bráðtíðindi Lokal tíðindi Politikkur Tíðindi

Tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, hvør er nú grenj?

Til síðsta Býráðsval var eitt tað mest týdningarmiklastu av vallyftinum hjá Borgmeistarnum Jógvan Skorheim, at nú skuldi “Opinleiki” vera í Klaksvíkar Kommunu, men synd at siga, at so hevur verið.

Undirritaði hevur í longri tíð skriva einsamallir grein eftir grein og roynt at ávara borgarnir í Klaksvík, at tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu. Har vera brúktir alt ov nógvir pengar, pengarnir fossá út úr kommunukassanum og nú er skjótt kommunukassin tómur.

Kommuan brúkar nógv fleiri pengar enn játtað hevur verið til ymsar verkætlanin í býnum, eitt nú, Biskopstorgið, Skúlin, Sjóhitin, Ítróttarøkið osv. osv… og ein kann spyrja, um tað er lógligt? Einasta undirritað hevur fingið burturúr greinaskrivingini, er eitt stempul “Grenj”

Kringvarp Føroya og Norðlýsið vaknaði

Nú er so endiliga Kringvarp Føroya vaknað og sjálvt Norðlysið er komin upp í leikin.

Her innslag frá KVF, klikk her, “Hvassa átalu til Klaksvíkar Kommunu”

Norðlýsið skrivar ein lemjandi kritikk av Klaksvíkar Kommunu í grein dagfest 18. oktober ár, um meirforbrúk hjá Kommuni,  klikk her: “Kommunan brúkt meira pengar enn játtað til bygging í miðbýnum”.

Gunvá við Keldu, býráðslimur skrivar um óheimilaða nýtsluna hjá Klaksvíkar Kommunu, klikk her: “Býráðsleiðslan heldur seg ikki til býráðssamtyktir”

Í Útvarpstíðindunum í gjárskvøldið, tók Kringvarp málið um innhegningina av kajøkinum á vestursíðuni til Bakkafrost upp,  og sum var fyri afturlatnum hurðum í Klaksvíkar Býráð og fundarskráin var ikki almenn. Hoyr innslagið her “Innhegning kajøkið til Bakkafrost”.

Men eg rokni við at øll hesi málini og eisini málið um oysl av lýsingarpengum, har Klaksvíkar Kommuna lýsir fyri 100tals túsund krónur í Norðlýsinum um árið, har pápi og beiggið Jógvan Skorheim eru eigara, fáa ongar fylgjur, tí Jógvan Skorheim gerð akkurát tað honum lystir og venda tíðirnar í 2019, so verður tað ein katastrofa fyri Klaksvík.

Var til flogbólt í gjárskvøldið og har kom ein borgari og bað meg biðja um innlit í ferðaútreiðsluni hjá Klaksvíkar Kommunu, tí hesin visti, at har ruggaði slett ikki rætt?

Nú er so at vóna at borgarnir í Klaksvíkar Kommunu vaknað, tað er altíð stuttligt at brúka pengar, tá ið man ikki eigur teir sjálvir, men tað má vera skil í galskapinum og so hevði tað verið sera gott, um “Opinleikin” í Klaksvíkar Kommunu bleiv meira sjónligur nú, so vit borgara vita, hvat okkara Kommuna brúkar okkara skattakrónur til. Her meini eg við, um játtanir halda ella um meirnýtsla verður gjørd og hvar pengarnar so skulu koma frá.

Livst so spyrst.

Grenj SáH

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.