Lokal tíðindi Tíðindaskriv Tíðindi Vinna

Tað loysir seg at siga sína meining

Endiliga vaknaði Klaksvíkar Kommuna og er byrjað at fáa skil á óskilinum við vegakervinum í býnum.

Undirritaði hevur skrivað hópin av greinum og koyrt hópin av filmsklippum á Facebook av hvussu vánaligir vegirnir eru í Klaksvík, Norðhavnini, Stongunum og á Strond.

Klaksvíkar Kommuna hevur nú asfaltera á Stongunum og omankoyringina til Norðhavnina og nú er lokalblaðið Norðlýsið eisini vaknað og hevur koyrt myndir í blaðið av hvussu røsk KK er og at Klaksvíkar Kommuna er byrjað at asfalterað vánaligir vegirnar í býnum.

Eri staddur í Danmark í løtuni, so eg veit ikki um Klaksvíkar Kommuna hevur asfalterað aftanfyri egningarskurarnar á Stongunum og um teir hava asfalterað á kajøkinum har ferðamannaskipi Sam leggur at og á Strond osv. osv….

Gleðiligt at Klaksvíkar Kommuna lurtar, men hetta kundi teir havt gjørt fyri langari tíð síðani og nøkur í samgonguni vunnu valið uppá vegirnar í býnum, har tey lovaðu at gera vegirnar íordan í býnum beinanvegin og hava síðani valið runnið undan teirra ábyrgd, men eru nú endiliga vaknaði.

Onkur í samgonguni lovaði eisini gongubreyt til Ánirnar frá Klaksvík og nú er gyltið møguleikin at gera tað vallyftið til veruleika, nú nýggir ledningar vera lagdur við vegbreytina heilt norður í Haraldsund frá Klaksvík.

Neystini á Strond fingið eisini lovað, at vegirnir til Neystini blivu gjørdir. Tað bleiv lagt sandgrús á vegin í valvikuni og nú eru holirnar enn størri enn tá ið valið var og tað verður leingi hjá Neystaeigarnum at bíða til næsta val, til teir aftur fáa sandgrús í holirnar.

Kanska tað eisini verður gjørt nú, men tað er langt eftir á mál, men nú spakin er settur í við at fáa skil á óskilinum viðvíkjandi vegirnar í býnum, so skal Klaksvíkar Kommuna fáa rós fyri tað.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *