Ítrottur Politikkur Tíðindi

Tað loysir seg at hava formann sitandi í Klaksvíkar Býráð

Tað loysir seg sanniliga at hava formann sitandi í Klaksvíkar Býráð. Tummas Lervig formaður í KÍ hevur fingið 10.5 milliónir í fíggjarætlanini fyri 2019 til sítt økið við Djúpumýru og hini feløgini undantikið renning hava fingið 0,00 kr.

Heldur ikki hesuferð fekk Ægir eini felagshølir, nú fíggjarlógin fyri 2019 er samtykt. Nú skal eg siga tað bart út, eg eri givin, at arbeiða fyri, at skaffa Ægir felagshølir, havi roynt mítt, men má ásanna, at eg kom ikki á mál, so vónandi eru øll glað í KK, ongin grein meira um felagshølir til Ægir og Ægir kann smb. Klaksvíkar Kommunu væl liva við, at hava eini hølir upp á 4 fermetrar, sum kanska er minni enn klædnaskapið hjá Jógvan Skorheim.

Annars væntandi eg, at Torkil Mørkøre helt orð, at eini felaghølir til Ægir vóru klár fyrst í 2018 og tey høvdu kostað umleið 150 túsund kr. og tá vóru tey í norðara endanum í Svimjihølini har Íðka helt til.

Her íløgur fyri 2019, sum vera gjørdar í Djúpumýru:

Bláa Skýlið kr. 1.900.000,00 kr.

Rennibreyt kr. 3.500.000,00 kr.

Vøllur (víðkan + ljósfundament) kr. 1.700.000,00 kr.

Vøllur (ljósmastrar og ljós) kr. 1.900.000,00 kr.

Vøllur (graslíki) kr. 1.500.000,00 kr.

Eg má siga tað beinanvegin, eg eri serstakliga góðir við KÍ og stuðli teimum 100 prosent, kanska meira enn nakar annar í býnum, men tað skal eisini vera pláss fyri, at onnur feløg í býnum eisini fáa ein bita av køkuni, so er tað sagt.

Tað hevur sína stóru fyrimunir, at vera formaður í KÍ, felagið er okkara flaggskip og er nógv størsta felagið í býnum og sum onkur hevur sagt, “gongur tað KÍ væl, so gongur tað eisini vinnuni væl”, man kundi eisini sagt, “gongur tað KÍ væl, so gongur tað minni væl hjá hinum feløgunum”, tí tá fáa hini feløgini 0,00 kr.

Eg vil ynskja Tummas Lervig tillukku við sigrinum hesuferð, tú hevur telvað serstakliga væl. Fekk 10.5 milliónir til títt økið bara í 2019 og fær kanska uppaftur meira í 2020 og tað gevur tær eisini enn fleiri stemmur bæði til Býráði og møguliga til Løgtingsvalið, men soleiðis er politikkur einaferð.

Símun á Høvdanum

Ein ektaður KÍ fan

 

 

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *