Tíðindi Tónleikur

Svein í Prestgarði á veg við nýggjari fløgu.

Svein í Prestgarði, er í hesum døgum í USA og tekur upp sína triðju fløgu.

Eins og við teimum báðum fyrru fløgunum, sum komu ávikavist í 2015 og 2016, so verður hendan eisini tikin upp í Crossroads Studios, í Arden NC. Sera dugnaligir tonleikarar, undir leiðslu av Jeff Collins, koma at spæla á fløguni.

Stílurin verður tann góði melodiski country tónleikurin, sum Svein er kendur fyri. Góð løg, við góðum føroyskum, andaligum tekstum.

Svein leggur dent á, at endamálið við fløguni, er at koma út við gleðiboðskapinum um Jesus.

Ferðalagið telur 9 fólk, sum hesa vikuna hugna sær Nashville. Sunnudagin verður fari víðari til Arden NC, har upptøkurnar til fløguna byrja mánamorgunin 5 aug.

Ætlanin er at fløgan skal koma út áðrenn jól.

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *