Fiskivinna Tíðindi

Strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild í London hesa vikuna

Hesa vikuna hittast Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland til strandarlandasamráðingar um makrel, svartkjaft og norðhavssild í London.

Samráðingarnar um makrel verða mánadag og týsdag, meðan samráðingarnar um svartkjaft byrja seinnapart týsdag og halda fram mikudag og síðan verða samráðingarnar um norðhavssild hósdag og fríggjadag.

Á fundunum um makrel, svartkjaft og norðhavssild fara londini at leggja fram tey umsitingarligu tiltøk, sum eru sett í verk fyri 2018, eins og at veiðihagtøl fyri 2017 og 2018 verða løgd fram. Á fundunum um makrel og svartkjaft verður eisini ráðgevingin frá ICES fyri 2019 løgd fram og síðan verður mest loyvda veiða fyri 2019 viðgjørd.

Eitt av stóru politisku málunum á skránni fyri samráðingarnar um makrel, er málið um at leingja Makrelsemjuna frá 2014 millum Føroyar, ES og Noreg, eins og at ein roynd verður gjørd at víðka Makrelsemjuna til aðrar partar. Somuleiðis á skrá fyri samráðingarnar um makrel er frágreiðing frá eftirlitsverkabólkinum um eftirlitsvirksemi í 2018.

Á skránni fyri samráðingarnar um svartkjaft er eisini málið, um at finna nýggja semju um býtið millum strandarlondini.

Dagsskráin fyri samráðingarnar um norðhavssild er serliga merkt av, at strandarlondini fáa ráðgeving frá ICES um eina nýggja langtíðarumsitingarætlan fyri norðhavssild til viðgerar á hesum fundinum. Tískil verða tættir so sum mest loyvda veiða fyri 2019 og nýtt býti ikki viðgjørdir fyrrenn seinni í heyst.

Tað eru Føroyar, sum hava formansskapin fyri samráðingunum um makrel og svartkjaft, meðan Ísland hevur formansskapin fyri samráðingunum um norðhavssild.

Kelda: www.fisk.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *