Heilsuverkið Tíðindi

Stórt kaos í sjúkrahúsverkinum í Føroyum

8. dagar síðani at sjúkrahústjórin Jóanis Erik Køtlum varð loystur úr starvinum sum sjúkrahússtjóri og forstjóri og enn hevur heilsu- og innlendismálaráðið ikki søkt eftir nøkrum stjóra, bæði til Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.

Her tíðindi frá heilsu- og innlendismálaráðnum tann 12. mars 2019.

Jóanis Erik Køtlum gevst sum sjúkrahússtjóri og forstjóri

Jóanis Erik Køtlum hevur valt at siga seg úr starvinum sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri sjúkrahúsverki Føroya. Jóanis Erik ynskir at verða loystur úr starvi skjótast til ber, og hevur Heilsu- og innlendismálaráðið játtað at ganga umbøn hansara á møti. Jóanis Erik Køtlum gevst sostatt í starvinum frá 12. mars 2019 at rokna.

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur avgjørt at heita á Margit Stórá, varastjóra, um at taka við starvinum sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya frá 12. mars 2019 at rokna og til starvið verður sett av nýggjum.

Í sambandi við, at sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eisini gevast í starvi sínum í summar verður í næstum farið undir at lýsa eftir nýggjum leiðslutoymi til ovastu leiðslu í Sjúkrahúsverki Føroya.

Kelda: himr

Símun á Høvdanum
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *