Ferðavinna Tíðindi

Stóra ferðamannaskipi Oriana kom ein tíma ov tíðliga í morgun

Stóra ferðmannaskipi Oriana skuldi koma kl. 09.00, men kom meira enn ein tíma ov tíðliga, so Havnameistarnir fingu úr at gera, men alt eydnaðist væl álíkavæl og nú eru tey flestu komin í land og ganga runt í býnum.

Skipi hevur vanliga 1800 ferðafólk við og telur mannskapi 794, men kann skipi hava heilt uppí 1928 ferðafólk við.  Hvussu nógv ferðafólk eru við hendan túrin veit eg ikki, men man fólkatalið í Klaksvík ikki vera økt 25% prosent í dag.

Oriana er 22 ára gamalt og fór í sigling 9 apríl 1995, er heimahoyrandi í Hamilton, Bermuda, tað er 260 metur langt og 32.20 metur breitt og er í 10 hæddum.

Oriana siglir skjótt, 24 sjómíl ella 44 km/t.

Ikki serliga heppi at koma á Klaksvík kl. 07.45 sunnumorgun, tá er einki opið í Klaksvík, men eg koyrdi ein túr runt Klaksvíkingina og tá hevði onkrir handlar og matstovur latið upp, eisini Norðoya Fornminnisavn hevði latið upp.

Oriana liggur á Norðhavnini til kl. 17.00 ídag og so gongur leiðin víðari.

SáH

Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *