Lokal tíðindi

Steintór Rasmussen fekk Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2017

Leygarkvøldið bleiv Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2017 handað og hesaferð fekk Steintór Rasmussen hana.

Hetta hendi í Atlantis, har nógv fólk vóru komi saman.

Listavirðislønin er 75.000,00 krónur. Undanfarin ár er heiðurin og heiðurslønin farin til Hanus G. Johansen í 2013, Edward Fuglø í 2014 og Eyð Matras í 2015. Ongin fekk hana í 2016 og Steintór Rasmussen fekk hana í 2017.

Steintór Rasmussen hevur sanniliga uppiborið at fingið virðislønina, hann er multikunstarin í býnum og hevur staðið fyri nógvum tiltøkum, tað størsta er Summarfestivalurin, men eisini er hann sangari, sangskrivari og nú eisini rithøvundur. Hann er mest kendur fyri tónleikarin í tónleikarabólkinum Frændur, stórt tillukku Steintór Rasmussen.

Her røðan sum Jógvan Skorheim helt fyri Steintór Rasmussen.

Gott kvøld, øll somul!

Norðurljós er komið fyri at vera.

Alskins upplivingar hava myndað hesa vikuna, bæði til børn, ung, miðalaldrandi og gomul.

Umframt tiltøk at fara til, so er meiri enn so komið fyri, at vit eru tikin á bóli.

Onkur hevur framført inni í FK, onkur annar uttanfyri Kunningarstovuna, og beint sum ljósgongan var komin yvir á Posthúsið, so stóðu tvær standmyndir uppi í bønum.

Endamálið við øllum hesum tiltøkunum er at seta sjóneykuna á mentanarlív og list í síni heild – og so ger tað einki, um vit eisini kunnu hava tað eitt sindur stuttligt samstundis.

Tað var stuttligt at uppliva mongu børnini og ikki minst øll tey vaksnu, til úti-BIO við Djúpumýru í gjár. “Kanska” eitt sindur kalt, men hvat ger tað, tá ið vit eiga klæðir at lata okkum í?

*
Nú til tað, sum alt hetta snýr seg um. Listavirðisløn Nólsoyar Páls.

Hetta er fjórða árið, Listavirðisløn Nólsoyar Páls verður handað.

Undanfarin ár er heiðurin og heiðurslønin farin til Hanus G. Johansen í 2013, Edward Fuglø í 2014 og Eyð Matras í 2015.

Undanfarin ár hevur tiltakið verið nýggjársaftan á Posthúsinum, og hevur bert verið avmarkað til ta einu løtuna um kvøldið.

Í ár hava vit valt at leggja á annan bógv, við fleiri ørvísi tiltøkum og yvir fleiri dagar. Eisini er handanin av Listavirðislønini flutt inn í hugnaligu hølini í Atlantis, so vit kunnu vera heilt vís í, at regn, vindur ella kavi ikki fer at órógva okkum.

***
Eins og tiltøkini hesa vikuna hava verið sera fjølbroytt og kreativ, so er eisini við kvøldsins høvuðspersóni.

Ofta avmarka listafólk seg til eina listagrein, men so er ikki við hesum persóninum.

Í heila tikið hóskar orðið “avmarkingar” seg slett ikki til viðkomandi persón.

Gjøgnum lívið og yrkisleiðina hevur høvuðspersónurin havt nógvar góðar og trúfastar fylgisveinar.

Familja og vinfólk mynda persónin næstan líka nógv, sum persónurin sjálvur, men ein fylgisveinur hevur verið í lívinum hjá viðkomandi í uppaftur longri tíð enn konan, sum hann fann sær í 1981 og tey trý børnini, sum er komin síðan tá: gittarin.

Gittarina hongdi hann um hálsin sum smádrongur og har hevur hon hingið mest sum uttan íhald líka síðan.

Hon er fyrsta og fremsta ljóðføri hansara, og hon eigur pláss í fleiri av hansara kendastu yrkingum. Og tær eru ikki so fáar!

Fjølbroytnið hjá hesum listafólkinum kemur týðiligast til sjóndar, tá vit kaga ígjøgnum repertoir’ið hjá honum.

Sangir, gátur, yrkingar, filmar, tiltøk, bókaútgávur og annað mangt, eru bert nakað av tí, sum hetta listafólkið hevur avrikað.

Hóast málningalist er ein av teimum fáu greinunum, sum hann ikki hevur kastað seg útí (í hvussu er ikki alment), so málar hann meistarliga við orðum.

Sum fáur dugir hann at skapa vakurleika við orðum og rímum, og onkursvegna megnar hann eisini at fevna um allar aldursbólkar.

Harvið tryggjar hann, at øll ættarlið fáa sítt, bæði tá tað ræður um tónleik og skaldskap.

***
Hann er vanur at vera høvuðspersónur og í fokus. Hann hevur dirvi at traðka longri fram, enn nógv onnur vildu torað. Men hann hevur eisini eitt dýrabart talent, sum hann javnan ger nýtslu av: Hann sær møguleikarnar hjá øðrum fyri at skína.

Sum fáur sær hann potentialið í fólki, og hann er altíð fúsur at geva burturav sínum royndum, sínum tilfari og sínum hugskotum til frama fyri onnur.

Og endamál hansara er altíð tað sama: hann vil vera til íblástur fyri sína nútíð og framtíð. Hann vil gera mun.

***
Helst av somu orsøk er hann eisini ein afturvendandi figurur í flestu søgunum um mentanarlívið í Klaksvík, óansæð um vit tosa um ungdómshús og dansistað í 80’unum og tá tað ræður um húsið, sum í kvøld er karmur um heiðranina av honum.

Stutt sagt er hann fjølbroyttur og fólksligur, og á onkran hátt kunnu vit øll spegla okkum í onkrum parti av honum.

Tað finst neyvan eitt mansbarn í Føroyum, sum ikki dugir at syngja við til fleiri av hansara sangum og hann er í roynd og veru fólkaogn fyri alla tjóðina.

Tess hepnari eru vit í Klaksvík at eiga hann og hansara serliga tokka til heimstaðin.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2018 verður latin Steintóri Rasmussen!

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *