Lesarabrøv Tíðindi

Stavifeilir, øll á gosið í Kontórshavn, 15,5 milliónir í heimildarloysið ongan áhuga

Havnafólkini og onnur runt Føroya land, vóru øll á gosið ígjár. Undirritaði hevði eina lítla grein um veðrið og har nakrir stavifeilir vóru í yvirskiftini og 100tals fólk høvdu viðmerkingar á Facebook, har undirritaði bleiv svertaður niður í sand og øsku og sjálvandi vóru allar viðmerkingarnar skrivaðar í arbeiðstíð, tí tey flestu av hesum persónum, sum høvdu viðmerkingar, eru alment lønt og hvat brúka hesi fólkini tíðina til, jú tit gittu rætt, á Facebook sjálvandi, tí hesi fólkini keða seg til deyðis og trekkja almennar lønir til seg og síni hvønn dag.

Ein teirra var Sveinur Tróndarson. Hansara viðmerking var hendan “Hahahaha… Eg var bangin fyri, at Fámjinsvegurin var fluttur. 🙂 Men eg sigi sum Sonne, ein premia eigur at vera latin fyri kreativa stavseting. :). Hesin sum hevur fingið “premiu” frá Kringvarp Føroya fyri kreativa grannskoðan, har hesin hevur fingið alment starv frá KVF og man tað ikki vera fyri slaturin um Tollmálið frá síðst í 80-árunum og fyrra helming av 90-árunum? Hann arbeiðir nú á hesum blóðreyða stovni, sjálvt um hann ikki er fjølmiðlaútlærdur og brúkar mestu tíðina á Facebook, har hann fortelur um seg sjálvan og hvussu lekkur hann er, nú hann er byrjaður í Fitness.

Ein annar var Sonne Smith. Hansara viðmerking var hendan “Keðiligt, at tað skal verða tikið sum happing, men ein almennur tekstur við so nógvum feilum átti at sæð øðrvísi út, og sum Astrid sigur, so eiga miðlar at gera sær ómak. Tað gera teir ikki sum er, og tað líkist ongum. Og ja, hatta er ein fantastisk yvirskrift”. Hesin maður er sera høgt í metum í Tórshavn og eg rokni eisini við, at hann er sera væl løntur, eisini ein, sum brúkar alla sína tíð á Facebook hvønn dag.

Ein annar var Arni Nielsen. Hansara viðmerking var hendan “Símun á Høvdanum, eg haldi at tað eru ikki fleiri enn áleið 1500-2000 fiskimenn her í landinum….og hvat skulu vit hava fleiri til, 7-10 mans við einum nótaskipi fiska fleiri túsund tons um mánaðin, so okkurt mugu øll hini taka sær til. Eg havi so eitt tað týdningarmesta starv, ið til er”. Hesin er frá Fámjin, men han fór eisini uppí harkaliðið í Tórshavn ígjár og kláraði niðurgera allar fiskimennirnar í Føroyum við hansara viðmerking.

Og ein kundi blivu við…… Eitt bleiv so staðfest ígjár, tað eru 1000vís sum lesa Norðoya Portalin og News.fo og tað er gleðiligt.

Vóni bara ikki, at hesi fólkini fáa pengar fyri at vera á Facebook allan dagin, tað er í fínasta íordan, at privat fólk eru á Facebook, tí tey betala teirra løn sjálvi, men tey flestu av hesum fólkunum fáa also pengar frá tí almenna og tá er tað als ikki íordan, at hesi eru á Facebook allan dagin ígjøgnum.

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *