Lokal tíðindi

Starvsfólk hjá Klaksvíkar Kommunu á fyrstuhjálparskeiði

Manningin á Vegadeildini, Vatndeildini og Býarfríðkanini tók í gjár skeið í fyrstuhjálp til frama fyri trygdina í almenna rúminum.

Lívbjargandi fyrstahjálp hevur sjálvsagdan týdning fyri trygdina hjá okkum øllum, og fá kommunal starvsfólk eru so nógv úti millum fólk, sum arbeiðararnir á Vega- og Vatndeildini og Býarfríðkanardeildini. Sum trygdarfremjandi átak hava hesi starvsfólk tí júst lokið skeið í fyrstuhjálp á Sjónámi, har teir eitt nú fingu frálæru í hjartamassagu og nýtslu av hjartastartara.

16 hjartastararar eru skrásettir í Klaksvíkar kommunu, harav tríggir í Kalsoynni, og ein í Svínoy, Árnafirði, Ánunum og Norðoyri. Hinir níggju eru staðsettir runt í Klaksvík, og allir síggjast á kortinum á leinkinum her.

Við at trýsta á krossin á kortinum, sært tú nágreiniligu staðsetingina.

Kelda: www.klaksvik.fo

SáH

Símun á Høvdanum
Um tit vita eina góða søgu, so send mær ein meyl á simun@simun.dk og ynskja tit, at eg skal taka myndir av onkrum tiltakið, so sig mær frá, havi eitt fototól Canon D5 Mark III við góðari linsu.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *