Fiskivinna Tíðindi

Stakkavík aftur av góðum túri norðan fyri

Stakkavík kom aftur klokkan 16:30 í dag og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 9.200 pund á 37 stampum og var hann besti útróðrarbátur í Klaksvík í dag. Størra helvtin var toskur, 5.400 pund, 3.000 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Teir vóru tríggir við hendan túrin og skiparin var Andru Poulsen.

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *