Fiskivinna Tíðindi

Stakkavík 7.300 pund og Bragd 6.000 pund í dag

Stakkavík kom aftur kl. 11:45 í morgun við 7.300 pundum og góðan hálvan tíma aftaná kom Bragd aftur við 6.000 pundum.

Teir báðir høvdu roynt norðan fyri Føroyar og veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar.

Stakkavík hevði 7.300 pund, helvt um helvt hýsa og toskur, 3.600 pund hýsa, 3.600 toskur og restin annað fiskaslag. Bragd hevði 5.990 pund, eisini helvt um helvt hýsa og toskur.

Landa bleiv til NFCS.

Líðhamar, Kallanes og Norðsøki hava ikki verið til útróðar í nátt.

SáH

Bragd og Stakkavík. Mynd tikin tann 15.10.2019 klokkan 12:15
Stkkavík, mynd tikin 15102019 klokkan 11:42

Bragd, mynd tikin tann 15.10.2019 klokkan 12:08

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *