Ítrottur Tíðindi

Sofía Toftegaard vann Grand prix kappingina í bólki 2006-2007

Grand Prix kappingarnar í svimjing eru lidnar á hesum sinni. Tær vóru tríggjar kappingar í tali, ein kapping í Klaksvík á Norðoyastevnu, ein kapping í Vági og í gjárskvøldið bleiv kappast í Gundalshøllini í Tórshavn.

Í bólkinum árgangur 2006-2007 vann Sofía Toftegaard frá Ægir við samlaðu stigunum 438, nummar tvey gjørdist Sophilia Wraae Mukisa frá Havnar Svimjifelag við stigunum 397 og Birna Isholm frá Ægir gjørdist nummar trý við stigunum 386.

Flott Sofía Toftegaard og stórt tillukku.

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *