Tíðindi Vinna

Sølan til Russlands – frá byrjan til í dag

Tað elvdi til politiskt rumbul, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fór a fund í Russlandi í september 2014. Orsøkin var stórpolitiska ósemjan millum Russland og Ukraina. Føroyar vóru millum fyrstu tjóðirnar í heiminum, ið gjørdu fiskiveiðiavtalu við Sovjetsamveldið, og í dag er føroyski útflutningurin tætt knýttur at russiska marknaðinum. Hvat hava fiskiveiðiavtalur og útflutningur í felag? Ella hava tey nakað í felag? Kann tað hugsast, at Føroyar hava ein ella annan leiklut, sum eingin gevur sær far um?

Fiskiveiðiavtalan hevur týdning, men hon sigur einki um samhandilin. Um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið. Hagtølini vísa, hvønn týdning russiski marknaðurin hevur í dag, men tey siga ikki nakað um søguligu viðurskiftini. Bara nútíðina. Nær byrjaði samhandilin? Hvønn týdning hevði hann?

Fyri at finna svarið, mugu vit leita aftur í tíðina. 25 ár fyri fiskiveiðiavtaluna. Aftur til byrjanina av kalda krígnum, tá Føroyar vórðu limaðar inn í NATO og gjørdust lítil brikkur í vesturlendsku verjusamgonguni. Kalda kríggið kann ikki samanberast við spentu støðuna í dag. Tað var ein ein onnur tíð. Og tó. Tað eru nøkur viðurskifti, ið ganga aftur.

Hetta er søgan um útflutning Føroya til Sovjetsamveldið

“Stríðið um proteinini – og útflutningurin til Sovjet” kemur út mánadagin 9. desember. 📆🎄✅

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *