Fiskivinna Tíðindi Vinna

Skal Bakkafrost hava alt í Norðoyggjum?

Eg veit væl, at tað er ein vánaligur politikkur, at skriva ímóti teimum heilt stóru, tí hesir hava øgiliga makt og kunnu gera tað, at man ikki fær nakað sum helst at siga í framtíðini, men máti skal vera við, hvussu nógva makt ein maður kann fáa og kann ein maður í Eysturoynni stýra Norðoyggjum? og hvat fær Norðoyggjar buturúr? nú bæði partafelagið og øll framleiðsan er á Bakka.

Regin Jacobsen kann gera akkurát hvat hann hevur hug til í Norðoyggjum, hann kann stongja havnaløg av, hann kann dálka allar okkara firðir og hann kann koyra tonsavís av gift á sjógvin, fyri at basa lúsini á laksunum og nú hevur hann so møguliga fingið Heilsufrøðiliga Starvsstovuna í sín part og kann reka hvønn mann burtur, sum kemur fyri hansara ætlanum í Norðoyggjum, er tað rætt? ella skulu vit bara hyggja at? og hvat fær Norðoyggjar burturúr, at okkara firðir vera dálkaðir og alt livandi doyr, har alingin er? Hví kunnu hummarafiskarar ikki hava onkur økir at fiska á og hvussu stórir ætlar Regin Jacobsen at vera? hevur hann ikki fingið nokk enn? men eg skal minna hann á, at hann fær ongar pengar við upp til himmals og hansara dagar eru taldir, júst sum okkara dagar eru taldir. Her viðmerking frá Sólarn Isaksen, sum nú má gevast at reka hummarafiskiskap vegna Bakkafrost og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

“So hendi tað ið eg var bangin fyri. HFS hevur sent mar ein mail hvar teir siga at, og eg siterið, flyta alla hummaraútgerðina av økinum HJÁ bakkafrost í haraldsundið innan mánadagin 15/07-2019 annars takað vit onnur stig, og tað verður at, vit útvega fartøj at flyta hummaraútgerðina og tú skalt gjalda. Hettar eru hægstu minduleikar tá teir eru bestir, bakkafrost hevur fyngið loyvið frá HFS at ala í haraldsundið uttan at spyrja teir ið fiska hummara har, og vit fiskaðu hummara í haraldsundið lengt áðrenn bakkafrost byrjaði at ala har, vita eftir um nøkur ár so ferð HFS at siga at tað var nokk ikki í lagið at geva loyvið til aling á hasum staðnum, menn tá er ov seint, so eg eri sera keddur í kvøld, kanska mótparturin svevur betrið frá nú av  

Hetta er also ikki rætt. Veit væl, at her eru milliónir uppá spæl, men Regin Jacobsen hevur also fingið nokk frá Norðoyggjum og hava Norðoyggjar fingið seg dekkaðan inn peningaliga og umhvørvisliga?, nú hvør fjørður verður hunddálkaður? ella kann Bakkafrost vinna 100tals milliónir í Norðoyggjum og bert skattakrónirnar hjá arbeiðsfólkunum her norðuri enda í Kommunukassunumi? ella kann onkur upplýsa News.fo og Norðoya Portalinum, hvussu alt hongur saman og hvussu nógv okkara Kommunur fáa burturúr at hava Bakkafrost á øllum okkara firðum?

SáH

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *