Tíðindaskriv

Sjóvinnuforum

Sjóvinnuforum fyri sjófólk

Endamálið er at savna sjófólk, har viðkomandi mál innan sjóvinnuna verða umrødd.

Nógvir møguleikar og eisini forðingar fyri sjófólk í dag. Sera stórur tørvur er hjá sjófólki at dagførast og at blíva kunnað um ymisk viðurskifti, millum annað digitalisering av vinnubrøvum, trygd og førleikamenning.

Til dømis hava fleiri sjófólk trupuleikar at fylgja við altjóða reglum, og fleiri dømir eru um, at føroysk sjófólk ikki fáa mynstrað.

Sjóvinnustýrið hevur sett í verk digitalisering av millum annað vinnubrøvum og mynstring. Um eitt skjal verður skeivt útfylt, kann hetta fáa fylgjur fyri sjómannin. Tí ræður um at fylla skjølini rætt beinanvegin. Millum annað verður grundiga umrøtt á degnum.

Á degnum luttaka Maskinmeistarafelagið, Sjóvinnustýri, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, LÍV og Vinnuháskúlin sum innan sítt øki greiða frá viðkomandi evnum fyri sjófólkið. Lagt verður upp til kjak og spurningar til hvørt innlegg.

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug. Melda til við at senda teldupost á fsn@fsn.fo ella á mf@mf.fo

Skráin:
10.00 Vælkomin – Annfinnur Garðalíð
10.05 Tað er eisini ein dagur ímorgin Ólavur Gunnarsson – formaður í Maskinmeistarafelagnum
11.00 Talgildi gerandisdagurin – títt samskifti við Sjóvinnustýrið Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum
12.00 Døgurðasteðgur
13.00 Ábyrgd og skyldur skiparans Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag
14.00 Maritimar útbúgvingar Wilhelm Petersen, stjóri í Vinnuháskúlanum
14.40 Trygging og pensjónsnýskipan, Dan Joensen Tryggingarráðgevi, LÍV
15.00 Endi

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *